![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/danial_hoydal.png?itok=uWZP0-Eo)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sølan er útsett í óásetta tíð
Sølan er útsett í óásetta tíð
Vatnið úr Sandoyartunlinum, sum er brúkt at gera vodka burturúr, kemur ikki frá løggildum tappistaði, og vøran kann tí ikki seljast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vodka_subsea.jpg?itok=ysaAQqbH)
Subsea vodka, sum er gjørt úr vatni úr Sandoyartunlinum, kann ikki seljast enn.
16.09.2022 - 13:05
Fyrrapartin skuldi heimsins fyrsta vodka, sum er gjørt úr vatni úr havsins botni, koma á marknaðin.
Talan er um gullvinnandi løgin, North Atlantic Subsea Vodka, sum Faer Isles Distillery hevur gjørt.
Men nú er sølan útsett í óásetta tíð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
16092022_Danial_Hoydal
Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV