- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mugu ikki skapa tørv á størri arbeiðsmegi
Mugu ikki skapa tørv á størri arbeiðsmegi
Stórur tørvur er á arbeiðsmegi, og politiska skipanin má halda aftur við lógarbroytingum, sigur búskaparfrøðingur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-08-03-10h51m50s639.png?itok=BEub4Cby)
Johnny í Grótinum er búskaparfrøðingur og limur í Búskaparráðnum.
14.09.2022 - 13:13
Politiska skipanin má halda aftur við lógarbroytingum, sum skapa tørv á meira arbeiðsmegi.
Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum fyrrapartin var gestur í Breddanum, har evnið var tørvur á arbeiðsmegi:
14092022_Johnny_i_Grotinum
Ein broyting, sum er gjørd fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegin, er fast track-skipanin, sum var sett í verk í november.
Útlendingastovan hevur latið 408 arbeiðsloyvi til útlendingar úr triðjalondum gjøgnum fast track-skipanina.
Samanfall kann tó vera í nøkrum førum, tí ert tú komin til Føroya eftir fast track-skipanini og tú skiftir arbeiðsgevara, verður nýtt arbeiðsloyvi givið, og telur tí tvær ferðir við í hagtølunum hjá Útlendingastovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV