Ruðuleikin aftan fyri fløskumóttøkuna

Ruðuleikin aftan fyri fløskumóttøkuna
Meinhard Akraberg Hansen, leiðari í Á handlinum á Hálsi í Havn, hevði vónað, at nýggja pantlógin eisini fór at gera hansara tilveru lættari, men so er ikki
Meinhard Akraberg Hansen, leiðari, og hansara fólk í Á handlinum á Hálsi í Havn, skulu skilja fløskur og onnur endurnýtsluíløt sundur í 16 ymiskar flokkar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2022 - 17:43

"Tað verður uttan iva lættari at vera viðskiftafólk, sum skal avreiða fløskur og onnur endurnýtsluíløt. Men nýggja pantlógin fer at gera tað uppaftur fløksjaligari hjá okkum aftan fyri sjálva fløskumóttøkuna," sigur Meinhard Akraberg Hansen, leiðari í Á handilinum á Hálsi í Havn. 

Longu nú taka tey í Á handilinum ímóti øllum endurnýtsluíløtum - eisini teimum, ið tey ikki sjálvi selja, og sum fløskumóttøkan annars spýtir út aftur.

"Fólk skulu bara venda sær til starvsfólkini, so verða fløskurnar taldar við hond," sigur Meinhard Akraberg Hansen, leiðari. 

Í so máta broytir nýggja pantlógin, sum Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur sent til hoyringar, einki. 

Trupulleikin við bæði núverandi skipan og tí nýggju er ruðuleikin aftan fyri sjálva fløskumóttøkuna. 

202200913_NET_PANTSKIPAN

Meinhard Akraberg Hansen, leiðari, og hansara fólk í Á handlinum á Hálsi í Havn skulu skilja fløskur og onnur endurnýtsluíløt í 16 ymiskar flokkar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342