- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir við fyri fyrstu ferð
Pætur Petersen úr HB og Andrass Johansen eru úttiknir til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.
Tað er greitt eftir tíðindafund fyrrapartin.
Teir báðir eru við í hópinum til Nations League-dystirnar ímóti Litava og Turkalandi seinni í september.
Andrass Johansen hevur verið eyðsýndur á B36-liðnum hetta kappingarárið, ímeðan Pætur Petersen hevur verið millum bestu spælararnar í deildini, síðan Dalibor Savic gjørdist HB-venjari.
Føroyski hópurin:
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Verjuspælarar
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Verjuspælarar / miðvallarar
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Miðvallarar
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Framherjar
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn