Danmark fingið koronuheilivág

Danmark fingið koronuheilivág
Í fyrstu syftu er talan um 720.000 skamtar frá heilivágsfyritøkuni Pfizer, og koppsetingin byrjar hálvan september
Heilivágurin frá Pfizer er lagaður til støðuna, sum nú er við koronu, ein sonevndur "boostari."
 
08.09.2022 - 08:52

Danski Serumstovnurin boðar frá, at fyrsta sendingin við heilivági fyri koronu er komin til Danmarkar, og tí fara heilsumyndugleikarnir undir at koppseta eldri fólk frá hálvum september sum ætlað.

Danski Serumstovnurin upplýsir, at talan er um 720.000 skamtar av heilivági í fyrstu syftu.

Talan er um heilivág frá heilivágsfyritøkuni Pfizer, sum er sama slag sum heilivágurin, ið fólk higartil hava fingið.

Nýggi heilivágurin er kortini lagaður til støðuna, sum nú er við koronu, ein sonevndur "boostari."

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, upplýsir, at heilivágurin nú verður sendur til allar partar av Danmark, og í fyrstu syftu eru tað fólk yvir 85 ár, sum verða koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109