Mæla til at skerja toskaveiðuna í Barentshavinum 20 prosent

Mæla til at skerja toskaveiðuna í Barentshavinum 20 prosent
Fiskifrøðingar halda, at heildarveitan næsta ár má ikki vera størri enn 567.000 tons
Fiskifrøðingarnir siga, at gýtingarstovnurin hjá toski hevur ikki verið minni síðani 2008.
 
07.09.2022 - 08:17

Norskir og russiskir fiskifrøðingar mæla til, at toskaveiðan í Barentshavinum verður skerd 20 prosent.

Heildarveiðan næsta ár má ikki vera størri enn 566.784 tons. Tað eru 177.000 tons færri enn í ár. 

Hetta er tað minsta síðani 2009.

Skerjingin hevði verið størri, stív 30 prosent, var skerjingin millum ár ikki avmarkað til 20 prosent.

Í fjør var skerjingin eisini 20 prosent. Tá átti hon at verið 40 prosent, sigur fiskifrøðingar. 

 

Lítil gýtingarstovnur

Fiskifrøðingarnir siga, at gýtingarstovnurin hjá toski hevur ikki verið minni síðani 2008. 

Kanska koma fleiri skerjingar fyri 2023, siga teir.

Minni veiða gevur størri prís.

Fiskifrøðingarnir boða eisini frá, at tilmæli teirra um hýsu er fimm prosent minni enn í fjør.

Mælt verður til ikki at fiska meira enn 170.000 tons av hýsu í Barentshavinum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342