Velja nýggjan borgarstjóra í annaðkvøld

Velja nýggjan borgarstjóra í annaðkvøld
Pauli Trond Petersen leggur frá sær sum borgarstjóri í Vestmanna, men hann heldur fram í bygdarráðnum
Pauli Trond Petersen leggur frá sær sum borgarstjóri í Vestmanna.
 
01.09.2022 - 14:41

Vestmanna skal hava nýggjan borgarstjóra eftir Paula Trond Petersen.

Eyka bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna í annaðkvøld klokkan 20, har fýra mál eru á skránni, sum øll snúgva seg um borgarstjóraskiftið:

Tað var týsdagin, at Pauli Trond Petersen boðaði kommununi frá, at hann ynskti at leggja frá sær.

 

Verið í farloyvi

Hann hevur verið í farloyvi seinastu mánaðarnar, og hevur verið til fiskiskap við Vestmenningi hesa tíðina. 

Pauli Trond Petersen heldur fram sum vanligur bygdarráðslimur valskeiðið út, og stillar síðani ikki uppaftur. Heldur ikki í landspolitikki, har hann hevur umboðað Tjóðveldi í løgtinginum.

Varaborgarstjóri í Vestmanna er Bjørg á Rógvi. Hon hevur røkt borgarstjórastarvið, meðan Pauli Trond Petersen hevur verið í farloyvi.

 

Bjørg á Rógvi hevur verið borgarstjóri, meðan Pauli Trond Petersen hevur verið í farloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946