Eygleiðari: Føroyingar vilja hava sambandsflokkar á fólkating

Eygleiðari: Føroyingar vilja hava sambandsflokkar á fólkating
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru sambandsflokkar, ið ganga inn fyri ríkisfelagsskapinum, og tað tiltalar veljararnar, sigur Ingi Samuelsen, eygleiðari
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkasessirnar sambært veljarakanning
Mynd: Folketinget.dk  
 
27.08.2022 - 13:13

Ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið, gevur ábending um, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar.

Redaktørurin á blaðnum Vikuskiftið, Ingi Samuelsen, heldur, at veljarar peika á Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin til at umboða Føroyar á fólkatingi, tí flokkarnir eru sambandsflokkar, sum ganga inn fyri ríkisfelagsskapinum. 

"Umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin kenna, at tey hava nakað at gera á Christiansborg og eru ikki har fyri at mótarbeiða ríkisfelagsskapinum," staðfestir Ingi Samuelsen. 

Ingi_Samuelsen_um_veljarakanning_27082022

Veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Portalinum, vísir, at Sambandsflokkurin hevur stóra afturgongd og Javnaðarflokkurin stóra framgongd. Hóast tað, so vinna hesir báðir flokkarnir tó sannførandi á hinum báðum stóru flokkunum í kappingini um fólkatingsessirnar.

 

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 31,5 prosent av atkvøðunum og Sambandsflokkurin 23,7 prosent, meðan Tjóðveldi og Fólkaflokkurin eru væl aftanfyri við ávikavist 19,1 og 16,5 prosentum.

"Stóra afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er bjargingin hjá Sambandsflokkinum," heldur Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum Vikuskiftið. 

Enn eru tó nakrir veljarar eftir at kappast um, tí kanningin vísir, at níggju prosent av veljarunum ikki hava tikið støðu til, hvør skal fáa atkvøðuna.

500 fólk svaraðu kanningini, ið Spyr.fo gjørdi mikudagin 24. august 2022. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum, og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi. Úrslitini eru vigað í mun til, hvat fólk valdu til fólkatingsvalið 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982