FC Keypmannahavn er í Champions League-bólkaspælinum

FC Keypmannahavn er í Champions League-bólkaspælinum
Danska felagið FC Keypmannahavn er í bollanum, tá lutakastið til Champions League-bólkaspælið verður í morgin
Carlos Zeca, FCK-liðskipari, og hinir í danska stórfelagnum skulu spæla Champions League-bólkaspæl
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.08.2022 - 22:27

Teir donsku meistararnir megnaðu í kvøld at fáa ein 0-0 javnleik á útivølli móti turkiska Trabzonspor, og harvið hevur FC Keypmannahavn vunnið seg víðari í Champions League-bólkaspælið. 

Tað er fyrstu ferð síðani 2016, at FCK er í Champions League-bólkaspælinum, og fimtu ferð, at felagið er við í fína selskapinum í evropiskum fótbólti. 

Við Champions League-luttøkuni fær FCK 200 milliónir krónur í felagskassan. 

 

Stríðssigur

FC Keypmannahavn hevði eitt gott útgangsstøði til dystin í kvøld, tí danska felagið vann fyrra dystin í Parkini fyri einari viku síðani 2-1.

Talan bleiv ongantíð talan um serliga gott fótbóltsspæl, tí FCK hevði sett sær fyri ikki at fáa eitt mál ímóti sær, og tað eydnaðist. 

Tað hevur FCK fyrst og fremst nýggja avstralska málverjanum, roynda Matt Ryan, ið hevur spælt 74 landsdystir fyri Avstralia. Matt Ryan hevði tríggjar framúrskarandi bjargingar, sum vóru avgerandi fyri, at FCK kundi tryggja sær ein 0-0-javnleik. 

 

Ovurfegnir leikarar

Leikararnir vóru ovurfegnir eftir dystin. 

"Hetta er ein dreymur, sum gongur út. Hetta er ein tann besta kenslan, ið eg nakrantíð havi havt á mínari yrkisleið," segði FCK-liðskiparin, Carlos Zeca, við TV3+ eftir dystin. 

Besta Champions League-úrslitið hjá FCK var í kappingarárinum 2010/11, tá FCK spældi seg í áttandapartsfinaluna, sum liðið tapti móti Chelsea.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114