- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana: "Eg havi fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna skúla"
Mánadagin gav skúlastjórin í Vestmanna skúla, Alis Højsted, varaskúlastjóranum, Fríðgerð Ovadóttir, ætlanarskriv um uppsøgn.
Í gjár, mikudag, varð skúlastjórin sjálv sjúkrameldað, og Vestmanna skúli stóð brádliga uttan leiðslu beint áðrenn skúlaársbyrjan.
Tí var Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi úr Undirvísingarstýrinum, sett sum fyribils skúlastjóri í tvær vikur.
Skúlastjórin fær fullan stuðul
Støðan í Vestmanna skúla er bara fyribils, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna, Alis Højsted, hóast eigin tímatalva var klár til skúlaársbyrjan í morgun, og meginparturin av lærarunum eru ónøgdir við hennara leiðsluhátt.
Jenis av Rana skilir væl, at skúlastjórin í Vestmanna hevði tørv á at hvíla seg í nakrar dagar oman á alt rokið, men landsstýrismaðurin í mentamálum ivast ikki í, at sjúkrameldaði skúlastjórin fer aftur til arbeiðis um tvær vikur.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at skúlastjórin, Alis Højsted, fær sín fulla stuðul, og hann vónar, at friður aftur valdar í Vestmana skúla um tvær vikur, tá skúlastjórin fer aftur til arbeiðis.
Tímatalvan ikki klár fyrr enn mánadagin
Støðan í Vestmanna skúla er tann, at leiðslan í Vestmanna skúla hevur enn ikki lagt tímatalvuna, og tí verður tað ikki fyrr enn mánadagin, at næmingarnir fáa at vita, hvussu skúlavikan er skipað, og hvørjar lærara tey fara at hava í ymsu lærugreinunum.
Føroya Lærarafelag hevur sent miðlunum eitt opið bræv, har tey átala viðgerðina hjá Undirvísingarstýrinum í málinum um starvsfólkaviðurskiftini í Vestmanna skúla.
Jacob Eli Olsen, formaður í lærarafelagnum, átalar í brævinum, at Undirvísingarstýrið ikki hevur hoyrt starvsfólkini ella varaskúlastjóran á Vestmanna skúla, tá tey viðgjørdu kæruna frá starvsfólkunum um skúlastjóran.
"Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at allir partar í einum máli ikki verða hoyrdir um viðurskifti, sum beinleiðis viðvíkja teimum," skrivar Jacob Eli Olsen í brævinum.
Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur seg onga viðmerking til málið.