Landsstýrismaður: Suðuroyingar mugu klára seg við Herljolfi III

Landsstýrismaður: Suðuroyingar mugu klára seg við Herljolfi III
1.041 suðuroyingar krevja hóskandi avloysaraskip fyri Smyril og at fyrireikingararbeiðið til suðuroyartunnilin skal byrja í ár, men lítið røkist fyri, at krøvini vera møtt
Undirskriftirnar verða handaðar Una Rasmussen, landsstýrismanni í samferðslumálum
Mynd: Petur Kristinn Vang  
 
15.08.2022 - 17:08

1.041 talgildar undirskriftir vórðu í dag handaðar Una Rasmussen, landstýrismanni í samferðslumálum.

Í innsavningini av undirskriftum vóru tvey krøv orðaði: at eitt hóskandi avloysaraskip skal finnast fyri Smyril, og at fyrireikingararbeiðið viðvíkjandi suðuroyartunnilinum skal byrja í ár. 

Fróði Mortensen er stigtakara í áhugabólkinum fyri betran av suðuroyarleiðini, og hann handaði Una Rasmussen undirskriftirnar á Tinganesi seinnapartin í dag.

Undirskriftir_Frodi_Mortensen

Uni Rasmussen vildi tó ikki geva suðuroyingunum nøkur lyfti ella at gera nágreiniligar viðmerkingar til, um krøvini hjá suðuroyingum verða avspeglað í komandi fíggjarlóg. 

Undirskriftir_Uni_Rasmussen

Fíggjarlógaruppskotið skal berast í løgtingið í seinasta lagið 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946