USA góðkennir Svøríki og Finnland sum Nato-limir

USA góðkennir Svøríki og Finnland sum Nato-limir
Ein stórur meiriluti av senatinum samtykti, at bæði londini skulu fáa limaskap í verjusamgonguni
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, við umsóknunum frá Svøríki og Finnlandi um limaskap. Nú hevur amerikanska senatið samtykt at taka undir við umbønini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.08.2022 - 14:12

USA hevur nú formliga góðkent umsóknirnar hjá Svøríki og Finnlandi um at gerast limir í NATO-verjusamgonguni.

Seinnapartin í gjár atkvøddi stórur meiriluti í senatinum fyri, at USA stuðlar umsóknunum. 95 av teimum 100 senatorunum atkvøddu fyri -og ein atkvøddi ímóti.

Øll 30 NATO limalondini skrivaðu í juli undir formligu skjølini, sum loyva Finlandi og Svøríki at gerast limir. 

Nú skulu londini hvør sær góðkenna innlimanina í sínum egna lóggávutingum. Og tað gjørdi størsta limalandi USA í gjár.

Demokratiski senatorurin, Bob Mendez, sum er formaður í uttanríkispolitisku nevndini hjá amerikanska Senatinum, segði fyri atkvøðugreiðsluna, at Finnland og Svøríki kunnu gerast virðismiklir limir í verjusamgonguni, og fara eisini at syrkja vesturlendsku verjusamgonguna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946