- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongland evropameistari eftir umdyst á Wembley
Innskifta Chloe Kelly gjørdist hetjan hjá Onglandi, tá hon í umdystinum skoraði avgerandi málið ímóti Týsklandi og tryggjaði ensku fótbóltskvinnunum EM-heitið á Wembley.
111 minuttir vóru spældir, tá hon eftir horna úr høgru eitt sindur tilvildarliga fekk prikað bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu til 2-1.
Níggju minuttir seinni kundu góð 87.000 viðhaldsfólk fegnast saman við nýggju evropameistarunum.
Ella Toone skeyt annars Ongland framum í seinna hálvleiki, áðrenn Lina Magull javnaði fyri Týskland, tá 11 minuttir vóru eftir at spæla.
Í umdystinum hendi lítið, áðrenn Chloe Kelly avgjørdi dystin og tryggjaði ensku kvinnunum sín fyrsta stóra heiður.