- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri og ímóti at brúka ALS-pengar til Suðuroyartunnilin

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin og limur í fíggjarnevndini, bjóðar hugskotinum vælkomnum um at nýta ALS-kassan at fíggja ein part av Suðuroyartunnlinum, sum búskaparfrøðingurin, Mourits Joensen, skeyt upp sum møguleika á borgarafundi í Hovi leygardagin:
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum eisini er í fíggjarnevndini, heldur hinvegin, at tað er ov stórur váði brúka pening úr grunnum, sum eru ætlaðir til annað, til alment virksemi:
Bill Justinussen heldur tað vera eina eina vinn-vinn støðu, um arbeiðsloysisgrunnurin setur pengar í Suðuroyartunnilin, tí arbeiðsloysisstuðul verður sum er serliga veittur fólki, sum búgva í Suðuroynni:
Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, vil ikki gera bandaða samrøðu, men sigur í viðmerking, at tað í ástøðinum ber til at fíggja ein part av einum Suðuroyartunnli úr ALS-grunninum, men tað skal gerast eftir røttum fortreytum.