Formaðurin í fíggjarnevndini: SSL má umskipast

Formaðurin í fíggjarnevndini: SSL má umskipast
Strandfaraskip Landsins mugu umskipast á ein ella annan hátt, heldur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini. Hann er tó ikki vísur í, at eitt alment partafelag er loysnin
Smyril er størsta og týdningarmesta skipið hjá SSL
Mynd: Savnsmynd  
 
18.07.2022 - 21:26

Neyðugt er at umskipa Strandferðsluna, so at til ber at arbeiða fram í tíðina.

Tað sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini.

Erhard_1

Fleiri politikarar og ein fakfelagsleiðari hava funnist hvassliga at ætlanini hjá Una Rasmussen, landsstýrismanni í samferðslumálum, nú hann ætlar at umskipa Strandferðsluna. 

Men landsstýrismaðurin heldur seg hava undirtøku í samgonguni, nú hann ætlar at skipa Strandferðsluna sum eitt alment partafelag ella ein almennan grunn.

Uni_1
 

Erhard Joensen heldur tað sama.

Erhard_2

Landsstýrismaðurin heldur, at best er at sipa SSL sum eitt alment partafelag.

Uni_2

Erhard Joensen heldur ikki, at tað verður bíligari at umskipa strandferðsluna.

Erhard_3

Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at ein tænastusáttmáli má gerast, har tað eisini verður greitt, hvussu nógvar útreiðslurnar vera, og tað skal landskassin rinda.

Erhard_4

Um ætlaði tænastusáttmálin verður gjørdur missa politikararnir møguleikan at blanda seg uppí, tá ið ferðaætlanir verða gjørdar. 

Uni_3

Landsstýrismaðurin væntar ikki tær stóru broytingarnar í ferðaseðlaprísum, og tó, so skulu útlendingar møguliga gjalda meira.

Uni_4

Landsstýrismaðurin veit ikki enn, nær uppskotið um at broyta strandferðsluna verður lagt fram. Bara at tað verður eina ferð í heyst.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946