- Tíðindi, mentan og ítróttur
FC Suðuroy fær spælarar úr Ghana
Fótbóltsfelagið, FC Suðuroy, gongur nú nýggjar leiðir fyri at fáa fleiri nýggjar spælarar til felagið.
FC Suðuroy hevur í vár gjørt samstarv við fótbóltsakademi í Ghana, skrivar Suðurrás.
Felagið vil lyfta støðið á venjingunum, fyri á tann hátt eisini at kunna menna egnu leikararnar hjá FC Suðuroy.
Samstarvið við fótbóltsakademiið í Ghana er eisini ein greiður liður í ætlanini hjá FC Suðuroy at menna besta mansliðið.
Tað verður gjørt fyri, at felagið aftur kann kappast í bestu føroysku deildini í fótbólti hjá monnum.
FC Suðuroy fær tveir nýggjar leikarar seinnu kappingarhálvuna í ár.
Ein spælari er komin til Vágs fyrr í summar, og ein annar kemur eisini til Vágs í næstum.