Skal sigla í minsta lagi 28 túrar um vikuna

Skal sigla í minsta lagi 28 túrar um vikuna
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur svarað fyrispurningini frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um Herjólf III.
 
06.07.2022 - 09:47

Eftir ætlan fer Herjólfur III í minsta lagi at sigla fýra túrar um dagin ella 28 túrar um vikuna um Suðuroyarfjørð.

Strandfaraskip Landsins kanna, um til ber at sigla fleiri túrar um vikuna. Men nógv viðurskifti skulu greiðast fyrst eitt nú manningar, tilbúgving, vaktarhald og játtan. 

Hetta kann møguliga geva fleiri túrar, millum 34 og 42 um vikuna.

Siglir Herjólfur III 42 túrar um vikuna, verða túrar settir av til farmaflutning.

Ferðaætlanin verður løgd soleiðis, at hvør túrur tekur tveir tímar og trý korter, 

Smyril siglir 36 túrar um vikuna, tað eru 18 ferðir aftur og fram.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um Herjólf III.

Herjólfur III hevur stabilisatorar. Og tað merkir, at hann kann sigla í somu veðurlíkindum sum Smyril, siga Strandfaraskip Landsins. 

Smyril tekur 200 bilar ella 30 trailarar og sleip. Herjólfur III tekur 67 bilar ella 18 trailarar og sleip.

Verður hugt eftir ferðafólkatølum frá undanfarnu árum, sleppa í allar flestu førum øll ferðafólk við Herjólfi III, soleiðis at eingin stendur eftir, stendur í svarinum hjá landsstýrismanninum.

Herjólfur III fer at hava eina bókingarskipan fyri bilar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209