Gera savn um Ova Joensen

Gera savn um Ova Joensen
Tórshavnar kommuna játtar 30 prosent av kostnaðinum, sum verður 2,4 mió. kr.
Ferðin hjá Ova Joensen, sála, við Dianu Victoriu til Keypmannahavnar gjørdist heimskend. Nú er ætlanin at gera eitt savn í Nólsoy til minnis um Ova Joensen.
 
23.06.2022 - 14:10

Tórshavnar kommuna yvirtekur nú matr. nr. 126a í Nólsoy, og afturfyri fær Nólsoy hús til eitt savn til minnis um Ova Joensen, sála. 

Tórshavnar býráð avgjørdi í gjár at ganga umsóknini frá nólsoyingum á møti.

Kommunan skal játta 30 prosent av kostnaðinum at byggja savnið. Tað er mett at kosta 2,4 milliónir krónur. 

 

Ein millión í eginpeningi

Eginpeningurin er higartil umleið ein millión krónur. Út frá teimum 30 prosentunum verður stuðulsupphæddin hjá kommununi 720.000 krónur.

Mælt verður eisini til, at kommunan tekur við allari ábyrgd av grundini, har svimjihylurin skuldi vera.

Málið var einmælt samtykt.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, fegnast um møguleikan hjá kommununi at fullføra verkætlanina:

 

1535011

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, fegnast eisini um, at báturin hjá Ova nú fær betri umstøður:

 

1535013

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109