Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á molanum

Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á molanum
Nýggi bygningurin verður 8.000 fermetrar, og hann skal eftir ætlan vera liðugur í fyrru helvt av 2024
Soleiðis fer nýggja høvuðssætið hjá Smyril Line á molanum í Havn at síggja út.
Mynd: Søfart  
 
21.06.2022 - 12:45

Smyril Line skal byggja nýtt høvuðssæti í høvuðsstaðnum. 

Tað váttar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, fyri danska blaðnum Søfart. 

- Vit hava havt plásstrot í fleiri ár, við tí úrsliti, at okkara virksemi er í trimum ymiskum bygningum í Havn, sigur hann við blaðið.

Við nýggja bygninginum, sum sambært ársfrágreiðingini fyri 2021 verður reistur á molanum, er ætlanin at miðsavna alt virksemið. 

- Tað er serliga farmavirksemið, sum hevur ov lítið pláss, og nú savna vit alt virksemið á einum staði. Og við hjálp frá arkitektum fáa vit ein bygning, sum gerst eitt eyðsýnt býarmerki fyri havnarlagið, sigur  Jens Meinhard Rasmussen við Søfart.

 

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Smyril Line. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

8.000 fermetrar

Í stuttari viðmerking við útvarpið sigur Jens Meinhard Rasmussen, at nýggi bygningurin er ein nýggjur ferðafólkaterminalur, pakkhús og skrivstovubygningur. 

- Bygningurin verður prosjekteraður í løtuni, so enn kenna vit ikki endaliga kostnaðin, men hann verður 8.000 fermetrar, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Miðað verður eftir at flyta í nýggja bygningin í fyrru helvt av 2024. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, teknar bygningin. 

Smyril Line hevði 16 milliónir kr. í avlopi í fjør. 

549 fólk starvast hjá samtakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109