Samfelagsfrøðingur: Vit noyðast at spara

Samfelagsfrøðingur: Vit noyðast at spara
At amerikanski miðbankin hevur hækkað rentuna rættiliga nógv, fer skjótt at merkja uppaftur hægri prísir her hjá okkum, sigur Bo Sverdrup Warberg, lektari 
Bo Sverdrup Warberg er lektari í samfelagsfrøði.
 
20.06.2022 - 18:00

Vit merkja tað longu.

Matvørurprísir, bensin- og oljuprísir og prísir sum heild eru hækkaðir nógv seinastu tíðina. Tað merkir inflatión, har tú fært minni fyri peningin, ella peningurin verður minni verdur.

At amerikanski miðbankin hevur hækkað rentuna rættiliga nógv, fer skjótt at merkja uppaftur hægri prísir her hjá okkum. 

Tað sigur Bo Sverdrup Warberg, lektari í samfelagsfrøði.

Hansara einasta uppskrift er, at vit noyðast spara okkum burtur úr meirútreiðslunum, sum standast av inflatión og tilhoyrandi príshækkingum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1534512

 

Bensinið kostar nú 15,48 kr. fyri liturin.

Eisini matvøruprísirnir eru nógv hækkaðir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109