- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stillar ikki uppaftur fyri Danska fólkaflokkin
Stillar ikki uppaftur fyri Danska fólkaflokkin
Kristian Thulesen Dahl verður ikki valevni hjá flokkinum, sum hann var við til at stovna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/krisitian.jpg?itok=hf4Bq4y4)
Kristian Thulesen Dahl verður verandi í Danska fólkaflokkinum til fólkatingsvalið, men stillar ikki uppaftur fyri flokkin.
Mynd: Ritzau Scanpix
17.06.2022 - 09:38
Fyrrverandi formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, fer ikki at stilla upp fyri Danska Fólkaflokkin á næsta fólkatingsvali.
Tað sigur hann við Radio4.
Avgerðin er tikin eftir ógvusligt stríð í flokkinum í langa tíð.
- Tað er so nógv hent seinasta árið, og eg vónaði, at tað fór at enda, tá eg legði frá mær sum formaður í januar. Men tað hendi ikki, og stríðið heldur fram, sigur hann.
Kristian Thulesen Dahl leggur aftrat, at hann verður verandi í flokkinum til næsta fólkatingsval.
Kristian Thulesen Dahl var við til at stovna Danska fólkaflokkin í 1995, m.a. saman við Piu Kjærsgaard.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV