![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/olaf_scholz.jpg?itok=icLbVgzy)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelenskyj hartar Týskland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/zelenskyj_1.png?itok=0ZG1zvZo)
Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj, heitir á týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz, um at taka greiða støðu til kríggið við Russland.
Tað skrivar NTB.
- Vit hava brúk fyri, at Scholz vissar okkum um, at Týskland stuðlar Ukraina. Hann og stjórn hansara mugu taka støðu, segði Zelenskyj í gjár við týsku ZDF-sjónvarpsrásina.
Partur av atfinningunum hjá Zelenskyj er, at hann heldur, at Týskland má gevast við at hava javnvág í viðurskiftunum við Russland og Ukraina.
Olaf Scholz er týskur samveldiskanslari. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Drálar við at senda vápn
Í samrøðuni sigur ukrainski forsetin, at Týskland m.a. drálaði við at senda Ukraina vápn.
Scholz hevur hinvegin fyrr víst aftur skuldsetingunum um vápn.
- Vit vilja senda øll vápn, sum eru góðkend, segði Scholz, sambært NTB.
Týski samveldiskanslarin leggur aftrat, at ukrainar fyrst mugu læra at brúka útgerðina.