Granskarar: Stórur vandi fyri at kjarnorkuvápn verða nýtt

Granskarar: Stórur vandi fyri at kjarnorkuvápn verða nýtt
Russland og USA hava størstu kjarnorkuvápnagoymslur í heiminum
Gera kjarnorkuveldini ikki okkurt beinanvegin, kunnu kjarnorkugoymslurnar vaksa munandi, sigur SIPRI. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
13.06.2022 - 09:24

Altjóða vápnagoymslurnar fara næstu árini væntandi at vaksa fyri fyrstu ferð síðani kalda kríggið.

Samstundis er vandin fyri, at kjarnorkuvápn kunnu verða brúkt, tann størsti í fleiri áratíggju.

Tað er niðurstøðan hjá friðargranskingarstovninum, SIPRI, í eini nýggjari frágreiðing, sum stovnurin hevur sent út í nátt.

SIPRI er ein óheftur lærdómsstovnur, sum granskar í ósemjum, vápnahandli og avdubbing.

 

Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, er stýrisformaður í SIPRI. 

 

Spenningurin vaksin síðani russisku innrásina

Sambært SIPRI, er spenningurin millum tey níggju londini, sum hava kjarnorkuvápn, vaksin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.

- Viðurskiftini millum heimsins stórveldi eru versnað í eini tíð, har heimurin hevur aðrar avbjóðingar, sigur Stefan Löfven, stýrisformaður í SIPRI, og fyrrverandi forsætisráðharri í Svøríki.

Tey níggju londini, sum hava kjarnorkuvápn, eru USA, Kina, Bretland, Frakland, Russland, India, Ísrael, Norðurkorea og Pakistan.

Talið á kjarnorkuvápnum í heiminum minkaði eitt sindur frá januar 2021 til januar 2022. Um kjarnorkuveldini ikki gera okkurt beinanvegin, kunnu goymslurnar vaksa fyri fyrstu ferð í áratíggju, er niðurstøðan hjá SIPRI.

 

Ófrættakendar avleiðingar

Tríggjar dagar eftir. at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at tað fór at fáa ófrættakendar avleiðingar fyri londini, ið løgdu seg út við Russland.

Russland hevur størstu vápnagoymsluna í heiminum við tilsamans 5.977 spreingihøvdum, sum er umleið 550 fleiri, enn USA hevur á goymslu.

Tey bæði londini eiga meira enn 90 prosent av øllum atomspreingihøvdum í heiminum, tó at Kina í løtuni er í ferð við at útbyggja sínar goymslur, sigur friðargranskingarstovnurin, SIPRI.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497