- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa tveir møguleikar á kalsoyarleiðini
Umhugsa tveir møguleikar á kalsoyarleiðini
Virkandi stjórin á Strandferðsluni sigur, at stovnurin verður sjáldan spurdur eftir, tá stórar ætlanir vera lagdar í ferðavinnuni
10.06.2022 - 10:48
Strandferðslan umhugsar í løtuni tveir møguleikar á kalsoyarleiðini, tá ið talan er um at bíleggja pláss við Sam.
Allir bólkar, sum ferðast við Strandfaraskipum Landsins, skulu bíleggja pláss til ferðina, og í mesta lagi 25 fólk kunnu vera í bólkinum.
- Ásetingin kom í gildi í 2019, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni. Hon var gjørd fyri at vanligi flutningurin við Sam ikki skal órógvast av ferðafólki.
Nú umhugsar Strandferðslan at broyta ásetingina og loyva bólkum við fleiri enn 25 fólkum at bíleggja pláss, ella at strika møguleikan heilt, soleiðis at eingin kann bíleggja sær pláss.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:
1532717
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV