Fólkatalið nærkast 54.000

Fólkatalið nærkast 54.000
687 fólk løgdust aftrat seinasta árið. Størsti vøksturin er í høvuðsstaðarkommununi, og har búgva nú 22.900 fólk
22.900 fólk búðu í Tórshavnar kommunu 1. mai.
Mynd: Hagstovan  
 
10.06.2022 - 09:50

Fólkatalið er vaksið 687 fólk seinasta árið, og 1. mai vóru 53.941 fólk í Føroyum, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Vøksturin er 1,3 prosent.

Hann er eitt vet minni enn undanfarna 12 mánaða skeið, tá vøksturin var 1,6 prosent, serliga tí burðaravlopið er minkað.

Burðaravlopið seinasta árið hevur verið 168 fólk, og nettoflytingin hevur verið 519 fólk.

Burðartalið vaks í 2020, men nú er tað á sama stigi, sum tað var, og nú vera umleið 53 børn fødd um mánaðin. Og millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin.

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu. Nú búgva 22.900 fólk í høvuðsstaðarkommununi.

 

 

Les meira um fólkatalið her.

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109