Danmark bjargar SAS

Danmark bjargar SAS
Danski staturin hækkar sín ognarpart í SAS upp í 30 prosent, og skuld til danska ríkiskassan verður løgd um til partapening
Danmark hækkar partapeningin í SAS, og tað hevur við sær, at skandinaviska flogfelagið ikki missir flogið.
 
10.06.2022 - 14:34

Danska stjórnin hevur fingið meriluta í fólkatinginum fyri at hjálpa sperda flogfelagnum, SAS.

Flokkarnir, sum eru við í avtaluni, eru sosialdemokratiski stjórnarflokkurin, Vinstri, Konservativi flokkurin, Danski Fólkaflokkurin, Radikali flokkurin og SF.

Í løtuni eigur danski staturin 21,8 prosent av partapeninginum í SAS, og tað er tað sama, sum Svøríki eigur.

Flokkarnir í fólkatinginum, sum hava gjørt semju, siga seg kunna taka undir við, at parturin hjá Danmark í SAS verður 30 prosent, og saman við svenska partinum, verður so meirilutin í SAS á almennum hondum.

Tað var danski fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, sum boðaði frá semjuni í fókatinginum:

 

1532874

 

Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, saman við umboðum fyri flokkar, sum hava gjørt semju um at bjarga SAS. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Mett verður, at SAS hevur so stóran týdning fyri danska búskapin, at tað neyvan kemur upp á tal at lata felagið fara fyri bakka.

Sum ráðharrin segði, so hevur ikki bert SAS týdning sum felag, men floghavnin í Kastrup hevur eisini stóran týdning, segði hann, tí har starvast 20.000 fólk, og talan er um eitt av størstu feløgunum í Danmark.

Flokkarnir hava gjørt avtalu um, at tær 3,2 milliardir kr., sum SAS skyldar danska statinum, skulu leggjast um til partapening.

Og so er neyðugt at finna onnur, sum vilja seta pengar í SAS, áðrenn flokkarnir í fólkatinginum taka endaliga støðu, segði Nicolai Wammen, tá hann almannakunngjørdi semjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497