- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Ferðavinnan og framtíðarútlit
Ferðavinnan blómaði í 2019, men so kom korona, sum steðgaði øllum.
Nú korona er av, hevur ferðavinnan av álvara ment seg aftur, og so mikið væl gongst, at ferðafólkatalið um flogvøllin er farið upp um talið í mai 2019, ið tá var tað mesta ein mai mánað.
Vit seta í hesum seinasta Breddanum fyri summarfrítíðina sjóneykuna á ferðavinnuna.
Hvussu veit við hjá ferðavinnuni, er hon broytt eftir koronutíðina, og hvussu síggja framtíðarútlitini út?
Í sendingini hava vit samrøður við fólk, sum arbeiða í vinnuni. Vit hara eisini verið á gøtuni í Havn og hitt ferðafólk og millum annað spurt tey, hví tey koma higar, hvat tey hava upplivað, ella vænta at uppliva.
Síðani hava vit orðaskifti í útvarpsstovuni við fólki, sum eru við til at seta dagsskránna í ferðavinnuna.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.