OECD: Búskaparvøksturin minkar og inflatiónin veksur

OECD: Búskaparvøksturin minkar og inflatiónin veksur
Heimurin rindar ein sera høgan prís fyri russisku innrásina í Ukraina, sigur altjóða búskapar- og samtarvsfelagsskapurin
OECD hevur gjørt nýggjar metingar av støðuni í heimsbúskapinum eftir russisku innrásina í Ukraina.
 
08.06.2022 - 15:11

Altjóða búskapar- og samstarvsfelagskapurin, OECD, ávarar nú um, at heimssamfelagið fer at rinda dýrt fyri russisku innrásina í Ukraina.

OECD hevur eisini gjørt nýggjar metingar av búskaparvøkstrinum.

Nú væntar felagsskapurin, at búskaparvøksturin í ár bara verður umleið trý prosent. Í desember væntaði OECD, at búskaparvøksturin í ár fór at verða 4,5 prosent.

 

Kríggið í Ukraina ávirkar eisini heimsbúskapin, og OECD væntar minni búskaparvøkstur og størri inflatión. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Inflatiónin tvífaldast

Felagsskapurin hevur eisini endurmett inflatiónina.

Nú verður inflatiónin 8,5 prosent, sum er tvífalt so nógv, sum OECD væntaði fyrr í ár, og tað mesta síðani 1988.

- Heimurin rindar ein sera høgan prís fyri russisku innrásina í Ukraina, skrivar høvuðsbúskaparfrøðingurin, og varaaðalskrivarin í OECD, Laurence Boon. Hann leggur aftrat, at ein humaniter kreppa er á veg.

- Gongdin í krígnum ávirkar búskaparvøksturin og inflatiónina, men tað er greitt, at tey fátækastu verða meinast rakt. Tí noyðast øll at gjalda prísin fyri kríggið,  sigur Laurence Boone.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497