![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/berlin.jpg?itok=v6Nfogxw)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilur koyrdi inni í mannamúgvu í Berlin
Bilur koyrdi inni í mannamúgvu í Berlin
Týska løgreglan veit ikki enn, um bilførarin koyrdi á fólk við vilja, ella talan er um vanlukku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/berlin1.jpg?itok=zT0T-qfA)
Bilurin koyrdi fyrst upp á gongubreytina, har fólk gingu, og síðani inn í ein handilsrrút.
Mynd: Ritzau Scanpix
08.06.2022 - 10:55
Ein bilur koyrdi fyrrapartin inn í eina mannamúgvu í Berlin, og eitt fólk hevur latið lív, upplýsir týska løgreglan.
Fleiri hava fingið skaða.
Løgreglan veit ikki, um bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna við vilja, ella talan er um eina vanlukku.
(Mynd: Ritzau Scanpix)
Hendingin var í Kurfürstendamm, sum er ein stór handilsgøta í Berlin.
Vitni hava greitt frá, at bilurin koyrdi upp á gongubreytina, har fólk gingu, og síðani inn í ein handilsrút.
Løgreglan hevur handtikið bilføraran.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV