- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimafriður: Russisk skip órógva mest
Russisk skip órógva mest heimafriðin hjá fólki.
Tað sigur felagið Heimafriður í tíðindaskrivi í dag.
Av teimum klagum, ið Heimafriður hevur fingið um óljóð, stava meira enn helmingurin frá russiskum skipum.
Heimafriður hevur savnað klagur í eitt ár, og kanningin er gjørd fyri at fáa eina mynd av, hvat slag av skipum ella virksemi er orsøkin til flestu ampar fyri fólk, sum búgva nærindis føroyskum havnum.
Bara prógvað ljóðmáting tikin við
Fyri at tryggja, at hald er í klagunum frá kæraranum, hevur felagið bert tikið tær klagur við, har prógvað ljóðmáting eftir fortreytunum hevur víst, at larmurin var ov nógvur.
55 prosent av klagunum eru um óljóð frá russiskum skipum, 14 prosent frá føroyskum og tey síðstu 31 prosentini frá skipum undir øðrum flaggi.
Meira verður at frætta um málið í tíðindasendingum seinni í dag.