Semingsroyndin byrjar í dag

Semingsroyndin byrjar í dag
Semingsroyndin í dag er við fýra arbeiðarafeløg og arbeiðsgevararnar, men samstundis er ætlanin at royna semju millum arbeiðsgevararnar og Havnar arbeiðskvinnufelag
Fróði Sivertsen er annar av semingsmonnunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2022 - 08:26

Semingsstovnurin fer í dag at royna semju millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.

Tá ið samráðingarnar við tey fimm arbeiðarafeløgini byrjaðu í apríl, samráddust øll arbeiðarafeløgini saman. 

Men sum samráðingarnar gingu, komu boð um, at arbeiðarafeløgini vóru farin sundur í tveir bólkar, og at Havnar arbeiðskvinnufelag ikki longur var partur av samráðingunum hjá hinum fýra feløgunum, boðaði Vinnuhúsið frá í síðstu viku.

 

Langt millum partarnar

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsroyndin í dag verður við hini fýra arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Og samstundis er ætlanin at royna semju millum Havnar arbeiðskvinnufelag og arbeiðsgevarafelagið.

Langt er millum partarnar, sigur semingsmaðurin.

Høvuðsorsøkin er helst tann, at viðurskiftini í samfelagnum er nógv broytt seinastu tíðina. Millum annað er inflatiónin nógv vaksin, og rentan er hækkandi.

Sáttmálarnir millum fýra av arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarafelagið eru longdir til á midnátt í kvøld, og sáttmálin millum Havnar arbeiðskvinnufelag og arbeiðsgevararnar er longdur til á midnátt mikukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109