- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keyptu brúkt klæði fyri 2.900 kr. um dagin
Fólk eru farin at keypa og brúka nógv fleiri brúkt klæði.
Í hvussu so er seldi endurnýtsluhandilin hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn fyri næstan 2.900 kr. um dagin í fjør.
Sølan setti met í fjør. Selt var fyri eina millión og góðar 239.000 kr.
Í 2020 var selt fyri 866.000 kr. og í 2019 fyri 974.000 kr.
Barnaklæðir áttu 27 prosent av søluni í fjør.
Eisini størri søla á Bryggjubakka
Handilin á Bryggjubakka hevur selt fyri munandi meira í fjør, tá hann seldi fyri 138.000 kr. Í 2020 var sølan 85.000 kr.
Korona gjørdi, at sølan ikki bleiv so stór í 2020 og í fjør.
Bókasølan seldi fyri góðar 160.000 kr. í fjør, sum er nakað meira enn í 2020.
Og endurnýtsluhandilin í Vági seldi fyri 127.500 kr. í fjør, sum er væl meira enn onnur ár.
Jóannes heldur fram
Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður í Reyða krossi eftir aðalfundin, sum var í gjár.
Torfinn Højgaard er næstformaður, og Mary-Ann Thomsen er kassameistari.
Hinar í nevndini eru Kristianna Winther Poulsen og Súsanna Thomsen.
Bæði Jóannes Eidesgaard og Torfinn Højgaard stóðu fyri vali á aðalfundinum og vóru afturvaldir.
Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður í Reyða Krossi Føroya.