- Tíðindi, mentan og ítróttur
412 føroyingar fingu hjálp frá Reyða krossi í fjør
Í ársfrágreiðingini hjá Reyða krossi fyri 2021 stendur, at bæði einstaklingar og familjur fáa hjálp.
Talan er um barnafamiljur, har foreldur eru lesandi, støk, arbeiðsleys, í sosialum truppulleikum, sjúk ella hava lítla inntøku.
Í fjør fingu 412 fólk, teirra millum 282 børn, hjálp frá Reyða krossi, tey fingu mat og klæði.
Ein triðingur fekk bæði mat og klæði.
Samstarvar við Barnabata
Klædnahjálpin kom í 2013 og mathjálpin í 2020.
Reyði krossur hevur samstarv við Barnabata um jólahjálp.
Á jólum í fjør fingu 264 barnafamiljur 1000 kr. hvør frá Reyða krossi.
Reyði krossur letur eisini bøkur til børn og ung, sum eru í Landssjúkrahúsinum, Kvinnuhúsinum ella Barnaheiminum.