24 verkætlanir um menningarvirksemi í fólkaskúlanum

24 verkætlanir um menningarvirksemi í fólkaskúlanum
Verkætlanirnar eru í fimm bólkum
Ymiskt er, hvussu nógvar pengar verkætlanirnar hava fingið.
Mynd: Savnsmynd.  
 
23.05.2022 - 10:04

24 verkætlanir fingu stuðul til royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum hetta skúlaárið.

Í yvirlitinum frá Undirvísingarstýrinum, sum umsitur játtanina, eru verkætlanirnar í fimm bólkum.

Endamálið hjá fyrsta bólkinum er at styrkja handaligu lærugreinirnar og rørslu.

Annar bólkurin skal styrkja talgildu førleikarnar, og tann triði skal styrkja trivnaðin hjá næmingunum og steðga happing.

Fjórði bólkurin skal viðgera skúlanoktan, og tann fimti skal viðgera felags ráðlegging og lærarasamstarv. 

 

25 tímar til skúlaaftran

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar tímar, ymsu verkætlanirnar hava fingið pengar til.

Verkætlanin í Runavíkar kommunuskúla um skúlaaftran hevur fingið 25 undirvísingartímar um vikuna, skrivar Skúlablaðið.

Tvær aðrar ætlanir hava fingið fleiri enn 10 tímar um vikuna. 

Skúlatrøð hevur fingið 16 vikuna við sálarfrøðingi og ein PFL-verkætlan í Eysturskúlanum hevur fingið 13 undirvísingartímar um vikuna. 

Sambært yvirlitinum sæst ikki aftur, at skúlar hava stórvegis hug at gera royndir í tí, sum merkti koronaskúlin, talgild undirvísing, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109