- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava aftur longt sáttmálan
Hava aftur longt sáttmálan
Sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið er longdur til á midnátt mikukvøldið
22.05.2022 - 11:55
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava aftur longt sáttmálan, hesaferð til á midnátt mikukvøldið.
Sáttmálin var longdur til á midnátt fríggjakvøldið, og tá samdust partarnir um at leingja hann einaferð enn.
Sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fór úr gildi 1. apríl, men síðani er hann longdur nakrar ferðir.
Ongar formligar samráðingar eru millum partarnar í løtuni, men regluligt samband er millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um sáttmálan.
Sáttmálarnir millum Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið eru longdir óbroyttir, til 1. apríl næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV