Semingsroyndin byrjar mánadagin

Semingsroyndin byrjar mánadagin
Semingsmenninir tosaðu við arbeiðarafeløgini í gjár, og seinnapartin í dag fara teir at tosa við arbeiðsgevararnar
Semingsmenninir fara undir seming millum arbeiðsgevararnar og fýra arbeiðarafeløg mánamorgunin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2022 - 11:40

Semingsstovnurin fer mánamorgunin undir at royna at finna semju ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsmenniniur tosaðu við arbeiðarafeløgini í gjár, og seinnapartin í dag fara teir at tosa við arbeiðsgevararnar.

Og so er klárt at fara undir samráðingar mánamorgunin.

Tá ið samráðingarnar við tey fimm arbeiðarafeløgini byrjaðu í apríl, samráddust øll arbeiðarafeløgini saman. 

Men sum samráðingarnar gingu, komu boð um, at arbeiðarafeløgini vóru farin sundur í tveir bólkar, og Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki longur var partur av samráðingunum hjá hinum fýra feløgunum, boðaði Vinnuhúsið frá í vikuni.

Langt millum partarnar

Terje Sigurðsson sigur, at samráðingarnar mánadagin vera saman við hinum fýra feløgunum og arbeiðsgevarunum. Samstundis er er ætlanin at royna seming millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og arbeiðsgevarafelagið.

Terje Sigurðsson sigur, at langt er ímillum partarnar.

Høvuðsorsøkin til tað er ivaleyst, at viðurskiftini í samfelagnum er nógv broytt seinastu tíðina. M. a. er inflatiónin nógv vaksin, og rentan er hækkandi.

Tí væntar Terje Sigurðsson, semingsmaður, at talan kann gerast um torførar samráðingar millum Føroya Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini.

Sáttmálarnir hjá fýra av arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarafelagið eru longdir til á midnátt mánakvøldið, og sáttmálin millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og arbeiðsgevararnar er longdur til á midnátt mikukvøldið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109