Røkt fær 10 dagar at taka sílini av

Røkt fær 10 dagar at taka sílini av
Heldur Røkt ikki tíðarfreistirnar, fær felagið dagbót. 1. juni fer SEV at tøma byrgingina, og tað tekur eina viku.
Røkt hevur til 31. mai at taka sílini í Heygadali av. Verður freistin ikki hildin, noyðist felagið at gjalda dagbót, 5.000 kr. um dagin.
 
21.05.2022 - 10:00

Smápartafelagið Røkt hevur 10 dagar til at taka ælabogasílini í Heygadali í Vestmanna av. Tað er freistin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið felagnum.

Tað var týsdagin, at Vinnukærunevndin staðfesti avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at ælabogasílini í Heygadali í Vestmanna skulu takast av. Nærri tíðarætlan skuldi tá leggjast fyri, nær hetta skuldi verða gjørt.

Tíðarætlan er nú løgd. 31. mai skulu øll sílini verða tikin av. 7. juli skal øll útgerðin hjá Røkt verða tikin av vatninum, og hálvan august skal Røkt hava ruddað alla útgerðina av økinum. 

Tíðarfreistirnar eru lagdar soleiðis, at til ber hjá SEV at tøma byrgingina og gera neyðugt eftirlit, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

1. juni byrjar SEV at tøma byrgingina. Tað tekur eina viku. Síðani verða tvær vikur nýttar at kanna byrgingina, og 21. juni verður SEV liðugt við sítt arbeiði.

Um Røkt ikki heldur tíðarfreistirnar, so fær felagið dagbøtur. Dagbøturnar eru 5.000 krónur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109