Landskassin lænt eina milliard at gjalda lán aftur

Landskassin lænt eina milliard at gjalda lán aftur
Landskassaskuldin minkar 200 milliónir kr., og lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er nú 3,7 milliardir kr.
Rentan er hækkað 1,25 prosent, síðani landskassin seinast tók lán fyri tveimum árum síðani.
 
19.05.2022 - 14:36

Landsstýrið hevur tikið 1,1 milliard krónur í láni, sum skulu brúkast til at rinda aftur eitt lán, ið fellur til gjaldingar 2. juni.

Lánið, sum nú verður goldið aftur, er 1,3 milliardir krónur. 200 milliónir verða goldnar av landskassans gjaldføri. Sostatt minkar landskassaskuldin 200 milliónir kr.

 

Seld í Føroyum og uttanlands

Lánið, sum landskassin hevur tikið, er eitt lánsbrævalán, og lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, upplýsir Landsbankin.

Rentan er 1,25 prosent, og kursurin er 99,92 prosent. Effektiva rentan, sum bæði leggur upp fyri kursinum og áljóðandi rentuni, er tí 1,254 prosent.

Lánið fellur til gjaldingar 2. juni í 2024.

 

Gekk væl at selja

Landsbankin og Nordea Bank fyrireikaðu lántøkuna. Sølan gekk sera væl, og tá avtornaði vóru teknaðar munandi størri upphæddir enn tær 1100 milliónirnar, sum tørvur var á, sigur Landsbankin.

Seinast, landsstýrið tók eitt tvey ára lán, var í 2020. Tá var rentan 0,0 prosent. Rentan er hækkað síðani, og rentan fyri lánið, sum nú er tikið, er 1,25 prosent.

Nú skuldin verður niðurgoldin 200 milliónir, er lánsbrævaskuldin hjá landskassanum tríggjar milliardir og 743 milliónir kr. Tað svarar til 18 prosent av BTÚ í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109