- Tíðindi, mentan og ítróttur
FIFA og Qatar hava svikið arbeiðsfólkið
- FIFA og Qatar hava svikið fólkini, sum fóru til Qatar at arbeiða, so Qatar kann skipa fyri HM-kappingini í fótbólti. Men tey kunnu framvegis hjálpa teimum, sum eru skadd, og eftirsitandi hjá teimum deyðu, stendur í eini frágreiðing frá mannarættindafelagskapinum, Human Rights Watch.
Fleiri mannarættindabólkar krevja, at FIFA-mynduglkeikarnir í Qatar játta 4,3 milliardir krónur, so tey, sum eru deyð ella hava fingið skaða, meðan landið hevur fyrireikað seg til HM-kappingina í fótbólti, kunnu fáa endurgjald.
Amnesty International, felagskapurin, Fairsquare og aðrir mannarættindafelagskapir, taka eisini undir við atfinningunum.
6.500 deyð
Í februar í fjør almannakunngjørdi blaðið, The Guardian, eina kanning, sum staðfesti, at 6.500 fólk, sum vóru komin til Qatar at arbeiða, vóru deyð, síðani Qatar í 2010 fekk loyvi at skipa fyri HM kappingini í fótbólti í 2010.
Harumframt hava nógv túsund fólk ikki fingið nakra hjálp eftir at tey hava fingið skaða í Qatar, skrivar Human Rights Watch.
Felagskapurin sigur, at FIFA má seta minst 4,3 milliardir krónur av til fólkini, tí tað er sama upphædd, ið londini fáa, sum vera við í HM kappingini.
Úr Asia
Tey, sum byggja stóru vallirnar í Qatar, eru fyri tað mesta menn úr útsynningspartinum av Asia.
Bæði stjórin Í FIFA, Gianni Infantino, og leiðslan í Qatar, hava fleiri ferðir sagt, at arbeitt verður av øllum alvi, fyri at betra um umstøðurnar og trygdina hjá teimum, sum arbeiða í Qatar.
Hóast tað, so hava fleiri mannarættindafelagskapir víst á, at viðurskifiti framvegis eru út av lagi vánalig hjá teimum, sum arbeiða í Qatar.
HM kappingin í fótbólti í Qatar, byrjar 21. november.