- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir venjingardystir í summar
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir ímóti Andorra í summar.
Dystirnir verða spældir 25. og 28 juni; tann fyrri við Djúpumýru í Klaksvík og tann seinni á Tórsvølli í Havn.
- Vit gleða okkum altíð at umboða Føroyar, og hesa ferð fara vit so eisini at royna nakað nýtt við at spæla annan dystin í Klaksvík, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá FSF.
- Vit vóna sjálvandi at fáa góðan stuðul av áskoðaraplássunum í báðum dystunum, har vit vilja vísa okkum frá okkara bestu síðu, sigur landsliðsmiðverjin.
Dystirnir eru liður í fyrireiking til HM-undankappingardystirnar ímóti Ukreina og Skotlandi, sum verða spældir í september.
Mótstøðuliðið Andorra hevur higartil ikki tikið lut í undankappingum til EM og HM, men liðið hevur harafturímóti spælt vinardystir móti øðrum londum í somu støðu. Eitt nú vann Andorra eins og Føroyar ein vinardyst móti Gibraltar í februar.