- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onnurhvør norðhavssild í føroyskum kanningarøki
Aftur í ár er meira enn onnurhvør norðhavssild í føroyska kanningarøkinum av stóra árganginum frá 2016, og tað vil siga, at hesin árgangurin nú er bulurin í vaksna stovninum.
Tað skrivar Havstovan.
Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.
Nakað minni var skrásett av sild og nakað meiri av svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn í fjør.
Mesta sildin norðanfyri
Mesta sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, norðari enn undanfarnu árini, meðan lítið og onki var at síggja suður móti føroyska landgrunninum og á Íslandsrygginum.
Svartkjafturin, hinvegin, var fingin upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og eystast í kanningarøkinum.
Sera nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti var at síggja.
Greiðar ábendingar eru nú um, at árgangurin frá 2020 er góður, og helst er 2021-árgangurin yvir miðal. Sera lítið var av eldri svartkjafti.
Altjóða felagskanning
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar eru við saman við Noregi, Íslandi, ES og Danmark og Russlandi.
Hini skipini kanna framvegis havøkið norðan fyri Føroyar.
Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan juni, skrivar Havstovan.