- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nes kommuna góðar 14 mió. kr. í avlopi
Nes kommuna góðar 14 mió. kr. í avlopi
Úrslitið í fjør var næstan sjey milliónir betri enn mett
17.05.2022 - 15:45
Rakstraravlopið hjá Nes kommunu í 2021 var 14,2 mió. kr. Hetta var 6,7 mió. krónur betri enn mett.
Samlaðu inntøkurnar fyri 2021 vóru størri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2021, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2021 vóru minni, enn roknað var við.
Nettoskuldin hjá Nes kommunu er 49 prosent av eini skattaálíkning og heldur seg tí væl innan fyri markið fyri eina árliga skattaálíkning, sum kommunurnar ikki mugu fara upp um.
Ársroknskapurin hjá Nes kommunu varð samtyktur á almennum bygdaráðsfundi 2. mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV