- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið: Lønarhækking, stytt arbeiðsvika og minni flokkar
Lærarafelagið er farið at fyrireika seg til samráðingarnar í heyst.
Sáttmálin er til 1.oktober.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur við Skúlablaðið, at felagið fer at leggja dent á eina lønarøking, so læraralønin stendur mát við lønina hjá øðrum bólkum, sum eru tætt við lærarayrkið.
Stytt arbeiðsvika er eisini á skránni og minni flokkar.
28 tímar um vikuna
Ein lærari í Føroyum undirvísir 28 tímar um vikuna, ein lærari í Danmark undirvísir 25 tímar, og í Finnlandi, sum vit ofta taka fram sum ein framúr skúla, undirvísir ein flokslærari í 1. til 5. flokki 23 tímar um vikuna.
Lærarar í hádeildini í Finnlandi undirvísa bara 18 tímar um vikuna, skrivar Skúlablaðið.
26 næmingar í einum flokki eru ov nógvir. 20 næmingar eru hóskandi, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.
20 næmingar íeinum flokki er hóskandi, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.
Skal styttast við lóg
Felagið arbeiðir saman við feløgunum í Fakfelagssamstarvinum fyri at stytta arbeiðsvikuna.
Feløgini eru á einum máli um, at løgtingið eigur at stytta arbeiðsvikuna við lóg, eins og gjørt var, tá arbeiðsvikan var stytt niður í 40 tímar í 1978.
Lærarafelagið hevur skotið upp, at eftirútbúgvingin hjá lærarum kemur serskild í fíggjarlógina, heldur enn at vera í játtanini, sum fólkaskúlin fær.