Funnin sekur í lógarbroti, men fekk onga revsing

Funnin sekur í lógarbroti, men fekk onga revsing
Skipari var ákærdur fyri at geva Vørn skeiv tøl um hjáveiðu
 
17.05.2022 - 09:06

Av tí at málið er so gamalt, tað er frá 2017, fekk skipari onga revsing, hóast hann var funnin sekur í at bróta lógina um vinnuligan fiskiskap.

Skiparin var ákærdur fyri at geva Vørn skeiv tøl um hjáveiðu.

Sektin fyri slíkt brot er vanliga 25.000 kr.

Men av tí at fimm ár eru farin, var kravið hjá ákæruvaldinum 10.000 kr.

 

Skiparin á Høgabergi var eisini skuldsettur.

 

Ósketni

Føroya rættur segði, at eingin sekt skal gjaldast, hóast skiparin er sekur, men talan var um ósketni. Og statskassin rindar sakarkostnaðin, 15.000 kr.

Skiparin á Høgabergi var eisini skuldsettur, men fyri ikki at geva nakað tal upp. 

Hann tók av einum sektaruppskoti, sum var 10.000 kr. Eisini tað málið er frá 2017. 

Málini lógu hjá ákæruvaldinum so leingi, at tey ikki blivu avgreidd fyrr enn nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109