- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Húsarhaldini undir trýsti
Breddin: Húsarhaldini undir trýsti
Hvat eru langtíðaravleiðingarnar av at liva undir fíggjarligum sperdum korum, verður spurt í sendingini í dag
17.05.2022 - 09:23
Eftir fleiri ár við búskaparvøkstri, vaksandi lønum og vælferð, hava covid-19 og kríggið í Ukraina elvt til ein nýggjan búskaparligan veruleika.
Ein veruleika við stórum prísvøkstri, sum av álvara setur føroysku húsarhaldini undir trýst.
Hvørja ávirkan hevur tað á fólk at noyðast at venda hvørjari krónu, og hvat eru langtíðaravleiðingarnar av at liva undir fíggjarligum sperdum korum?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV