Hasfjord siglir ikki hesa vikuna

Hasfjord siglir ikki hesa vikuna
Skipið verður væntandi tikið upp á sleipistøð í Havn í dag
Brek er komið á girið og koblingina á Hasfjord, sum nú fer á sleipistøð.
 
16.05.2022 - 08:49

Hasfjord siglir ikki í hesari vikuni, sambært Strandferðsluni.

Týsdagin í síðstu viku fekk skipið eitt traktordekk um skrúvuna á veg inn í havnina í Skopun. 

Tað eydnast manningini saman við kavara at fáa loyst dekkið av skrúvuni.

Men brek kom á girið og koblingina. 

Hasfjord bleiv sleipaður til Mest í Havn, har hann væntandi verður tikin upp í dag.

Órudd í sjónum er eisini orsøkin til, at Erla Kongsdóttir liggur við breki, sambært Strandferðsluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109