- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ferðafólk við Smyrli
Fleiri ferðafólk við Smyrli
Í apríl mánaði ferðaðust 27.008 fólk við Smyrli um Suðuroyarfjørð, og er hetta 4.902 fólk fleiri enn í apríl 2021
14.05.2022 - 13:17
Talið av bilum, sum fóru við Smyrli í apríl, var eisini munandi hægri enn í apríl í fjør: 10.026 bilar í ár í mun til 8.928 bilar í fjør.
Men hóast stóra vøksturin í bæði ferðafólki og bilum í apríl mánaði, hava færri ferðast við Smyrli fyrstu fýra mánaðirnar í ár, samanborið við í fjør.
Í tíðarskeiðinum frá januar til apríl í ár ferðaðust 72.762 fólk um Suðuroyarfjørð í mun til 73.778 fólk í fjør.
Talið av bilum var eisini lægri í 2022, samanborið við fyrstu fýra mánaðirnar í 2021: 31.369 bilar í ár í mun til 32.333 bilar í fjør, skrivar Suðuroyarportalurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV