- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musikkstevnan verður á Eiði
Musikkstevnan verður á Eiði
Sjey hornorkestur vera við umframt átta skúlaorkestur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2022 - 14:36
Musikkstevnan í ár verður í morgin hildin í ítróttarhøllini á Eiði, og Eiðis Ljómfelag skipar fyri.
Rógvi Egilstoft, borgarstjóri, setur musikkstevuna kl. 13, og síðani fara skúlaorkestur at spæla. Tey eru átta í tali.
Umleið klokkan 15 fara hornorkestrini at spæla, og tey eru sjey úr øllum landinum.
Fyrsta musikkstevnan var í 1966, og síðani hava tær verið á hvørjum ári, uttan í 2020, tá korona forðaði fyri musikkstevnuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV