- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM1 og Voxpop biðja Tvøroyar kommunu um stuðul
FM1 og Voxpop biðja Tvøroyar kommunu um stuðul
FM1 ætlar at seta upp fýra sendarar í ár, og ein skal vera á Tvøroyri
12.05.2022 - 10:59
Hóast Mentanarnevndin í Tvøroyrar kommunu einmælt samtykti at lata FM1 og Voxpop 15.000 kr., bleiv málið ikki avgreitt á býráðsfundinum á Tvøroyri fyri einari viku síðani.
Borgarstjórin ivast í, um tað er rætt, at kommunan stuðlar íløgu í útvarpsstøð.
Málið er tí tikið upp til nýggja viðgerð.
FM1 ætlar at seta upp fýra sendarar í ár. Ein skal vera á Tvøroyri.
Kostnaðurin er 50.000 kr. Søkt var um 25.000 kr. frá Tvøroyrar kommunu.
FM1 sigur í umsóknini, at letur kommunan stuðul, skulu FM1 og Voxpop senda lýsingar og kunngerðir um tað, sum hendir á Tvøroyri komandi árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV