- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendski forsetin hitti løgmann
Íslendski forsetin hitti løgmann
Guðni Th. Jóhannesson skal m.a. halda fyrilestur á Fróðskaparsetrinum
Mynd: Løgmansskrivstovan
10.05.2022 - 11:52
Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, var í morgun á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárð á Steig Nielsen, løgmann.
Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroya. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Ísland, segði hann.
Íslendski forsetin er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. skal halda almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum undir heitinum “Nationalism in Turbulent Times.
Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV